2. páskadag byrjar kappingin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hjá monnum.
Klokkan 15 spæla Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA móti KR heima á Akureyri.
Klokkan 20.15 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti Stjørnuni á útivølli, og klokkan 21 tekur liðið hjá Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen, Breiðablik móti HK í einari grannauppgerð í Kópavogi.
Vísir/Støð2 sum ger nógv burturúr kappingini hevur sjálvsagt sínar fótbóltsserfrøðingar. Serfrøðin væntar eina góða endastøðu til øll trý føroyingaliðini. Væntað verður, at Breiðablik endurvinnur íslendska meistaraheitið, og so verður væntað, at Víkingur gerst nummar trý, og KA gerst nummar fýra. Tað hevði merkt evropeiskan fótbólt til øll føroyingaliðini í 2023, um ikki talan verður um ein óvæntaðan steypavinnara.
Breiðablik, Víkingur og KA skulu øll royna seg í Evropa komandi summar. Breiðablik í Champions League undankappingini, og Víkingur og KA í Europa Conference League undankappingini.