Serlig framsýning mentanarnáttina

Listagluggin – ART GALLERIE

Í sambandi við mentanarnáttina 1. juni verður skipað fyri serligari framsýning í Listaglugganum í N.Finsensgøtu 25.


Teir, ið sýna fram, eru allir millum fremstu listafólkini í Føroyum í dag. Teir eru: Olivar við Neyst, Torbjørn Olsen, Anker Mortensen, Kári Svensson og Eyðun av Reyni.


Listafólkini umboða ein týðani part av føroyskari dygdargóðari myndlist, sum er koloristisk, figurativ og abstrakt. Øll verkini eri í høvuðsheitum nýggj. Framsýningin er opin fríggjadagin 1. juni, mentanarnáttina, frá kl. 17- 22.


Annars er gjørligt at síggja framsýningina fram til hósdagin 7. juni. Opið er: týsdag – fríggjadag 15.00 – 17.30 og sunnudag frá 15.00 – 17.00