Serliga játtanan ført 1.372 viðtalur, kanningar og viðgerðir

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í svari til fyrispurning um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum

Tað er Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur spurt Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu um um bíðilistar og bíðitíðir í Sjúkrahúsverkinum

Ítøkilliga spurdi hon soleiðis:

1. Við hvussu nógvum persónum eru bíðilistarnir í Sjúkrahúsverkinum styttir við serstøku játtanini, sum varð latin til endamálið á fíggjarlógini fyri 2024?

2. Á hvørjum serøkjum eru bíðilistarnir serliga styttir, og hvussu hevur játtanin ávirkað bíðitíðina á hesum serøkjum?

Til fyrra spurningin sigur landsstýriskvinna, at samlaða talið fyri allar viðtalur, kanningar og viðgerðir, sum eru framdar, sum úrslit av serstøku játtanini, er 1.372. Sjúkrahúsverkið hevur ikki enn gjørt upp, hvussu nógvar persónar hetta umfatar.

Men talið av persónum er lægri enn 1.372, tí summir hava til dømis fingið bæði kanning og viðgerð.

Til seinna spurningin sigur hon, at havast skal í huga, at tey átøk, sum eru gjørd fyri játtanina sum í fjør varð sett av, eru av sera ymiskum slag.

– Nevnast skulu, at har eru psykiatriskar útgreiningar, fysio- og ergoterapeutiskar endurvenjingar, ambulantar viðtalur, medisinskar viðgerðir og skurðviðgerðir, sigur landsstýriskvinnan.

– Og sum landsstýriskvinnan áður hevur greitt frá, er játtanin brúkt til at stytta bíðilistarnar á ymiskum økjum, har Sjúkrahúsverkið hevur mett, at tørvurin er størstur, og har tað hevur verið møguligt at økja virksemið. Millum hesi eru:

• 890.000 kr. til ADHD-útgreiningar á Landssjúkrahúsinum

• 382.000 kr. til orto alloplastik (mjadnar og knø) á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

• 98.000 kr. til Pínuklinikkina á Suðuroyar Sjúkrahúsi

• 346.000 kr. til Barna- og ungdómspsykiatri á Landssjúkrahúsinum

• Umframt játtan til 19 onnur øki innan Sjúkrahúsverkið (eitt nú magatarmskurð, kardiologi, urologi og æðraknútar).

Tað er eisini ymiskt, hvussu átøkini eru framd. Í onkrum førum hava verandi starvsfólk arbeitt yvir og tikið eyka tøk, t.d. nakrar leygardagar, ímeðan í øðrum førum eru konsulentar settir inn í styttri ella longri tíðarskeið.

Átøkini eru sum nevnt framd á nógvum ymiskum økjum. Niðanfyri verða nøkur dømi um størri átøk nevnd.

– Sjúkrahúsverkið hevur greitt frá, at framdar eru umleið 100 fleiri útgreiningar í sambandi við ADHD vaksin. Tíverri er bíðilistin á hesum økinum langur (umleið 600 persónar), so 100 eyka útgreiningar ávirka ikki bíðitíðina so nógv. Samstundis koma nýggjar ávísingar. Talið av fólkum á bíðilistanum er vaksið aftur í januar, so Sjúkrahúsverkið metir tíverri, at bíðitíðin framvegis er 24 mánaðir.

Bíðilistin til kardiologi (hjartaøkið) er styttur úr fimm mánaðum niður til fýra mánaðir. 69 eyka viðtalur og viðgerðir eru framdar innan hetta serøkið. Talið av fólkum á bíðilistanum er minkað úr 129 í september til 76 í januar.

– Tað serøkið, har flestir sjúklingar eru komnir ígjøgnum, er urologi. Átøk hava verið gjørd á øllum trimum sjúkrahúsunum og talan er bæði um ambulant virksemi og skurðviðgerðir. 498 eyka viðgerðir og viðtalur eru framdar innan hetta serøkið, men ongi hagtøl finnast enn í Sjúkrahúsverkinum um ítøkiligu bíðitíðina innan hetta serøkið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svarinum til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.