Pedagogarnir Jóhanna Hansen og Jórun Niclasen úr Klaksvík og Ása Egholm og Ingun Mohr Jacobsen úr Havn, hava á Sernámsdeplinum tikið prógv sum sernámsfrøðingar. Tær hava partvís verið sjálvlesandi. Hava arbeitt og lisið. Ætlanin var, at byrjast skuldi í august 1995, men Føroya Lærarafelag boykottaði, og tískil byrjaðu tær í januar 1996. Seinni komu lærarar við og teir taka prógv í marsmánað .
Lærarar hjá sernámsfrøðingunum hava verið úr Føroyum og Danmark, DLH.