Serstøk randarhús skulu byggjast á Toftum

Í nýggja umhvørvinum undir Høganesi fara væntandi nógvar ungar familjur at búleikast í nærmastu framtíð.

 

 

 

 

Herfyri varð spakin settur í til seks serstøk randarhús, sum byggivirkið KBH fer at byggja framvið Høganesvegi í Nes kommunu.

 

- Randarhúsini eru staðsett í framúrskarandi náttúruvøkrum umhvørvi og við sera góðum útsýni yvir Skálafjørðin.

 

Á heimasíðuni hjá KBH verður sagt, at randarhúsini verða partur av einum spennandi framtíðar býlingi í økinum, har Nes kommuna nýliga hevur longt Høganesveg og gjørt klárt til nýtt sethúsaøki. 

 

Í hesum nýggja umhvørvi fara væntandi nógvar ungar familjur at búleikast í nærmastu framtíð.

 

- Bygdar verða tvær ymiskar húsatypir í tveimun hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, og húsini verða bygd við ávikavist trimum og fýra kømrum.

 

Hjá KBH siga tey, at her verður stór altan ella terassa, og her verður útitún, bæði á niðaru og ovaru síðu.

 

- Væntandi verður liðugt at grava út og planera til jólar, og byggingin av randarhúsunum byrjar fyrst í komandi ári.

 

In.fo kann leggja aftrat, at tað er ein tíð síðan, at byggivirkið KBH fekk graviloyvi frá Nes kommunu, og á fundi í bygdaráðnum í gjárkvøldið var byggiloyvið til randarhúsini á skránni.

 

KBH hevur nýliga bygt 18 íbúðir fyri Bústaðir á Kneysum á Toftum, og í løtuni er fyritøkan í holt við 16 íbúðir aftrat, sum eisini verða bygdar á Kneysum.

 

Tað er byggifyritøkan sjálv, sum stendur fyri hesum seinastu 16 íbúðunum á Kneysum, sum allar longu eru seldar.