Í stóru Evropeisku roknikappingini Pangea, sum um vikuskiftið var hildin í Keypmannahavn, vann Sesilia Dalbø frá Norðskála triðju virðisløn í sínum árgangi.
Sjey føroysk børn luttóku á stóru finaluni á roknikappingini, Pangea, sum varð hildin í fleiri ymsum evropeiskum londum samstundis sunnudagin 10. mai.
Tilsamans kappast eini 300.000 børn í øllum Evropa til Pangea-dystin.
Í Danmark var kappingin hildin á vinnuháskúlanum Metropol í Keypmannahavn, har 5000 børn í aldrinum 3. til 9. flokk úr danska kongsríkinum kappaðust í matematik.
Endamálið við kappingini er at bjóða teimum ungu rokning uppá tann stuttliga mátan, samstundis, sum tey venja sær heilan.
Fyri at sleppa við til finaluna hava ungu roknitalentini verið ígjøgnum nakrar rokniroyndir.
Fyrst svara tey ymsum rokniuppgávum á egnum skúla og so verða teir næmingarnir, sum fyri hvørt floksstig hava megnað at roknað seg í topp 16, bodnir til finaluna.
Føroysku luttakararnir, sum megnaðu at koma í finaluna, vóru fýra næmingar úr Eysturskúlanum, ein úr skúlanum á Argjahamri tveir úr Norðskála/Oyrar skúla. Tað eru lærararnir, sum hava meldað næmingarnar til, og hesir sjey føroysku næmingarnir, sum eru á ymsum floksstigum, megnaðu at rokna seg til finaluna.
Torført at rokna á donskum
Tá næmingarnir møttu, fingu teir hvør sína t-shirt og sendir inn í stóra auditorium'ið á Metropol. Foreldur og lærarar máttu bíða uttanfyri, meðan næmingarnir roknaðu í ein tíma. Allir næmingarnir loystu skrivligar uppgávur, uttan 8. flokkur, sum fekk munnligar avbjóðingar - og har sluppu hini at hyggja at og fylgja við.
So var steðgur, har tey fingu okkurt at eta, og síðani vórðu nummar 1, 2 og 3 á hvørjum floksstigi kunngjørd.
Sum Sosialurin skilir, høvdu føroysku næmingarnir ávísar málsligar trupulleikar, tí tey ikki skiltu donsku heitini og orðingarnar, sum jú eru ólík teimum føroysku. Hetta gjørdi tað sjálvsagt eyka torført hjá okkara næmingum.
Kortini eydnaðist tað Sesiliu Dalbø, sum gongur í 3. flokki á Norðskálar/Oyrar skúla, at rokna seg til eitt flott triðja pláss og harvið fáa eina heiðursgávu. Av tí, at bara fyrsta, annað og triðja pláss vóru kunngjørd, er óvist, hvar hinir næmingarnir endaðu. Men tað, at vera komnir til finaluna, má sigast at vera flott.
Hinir knaú roknararnir vóru:
Í 3. flokki: Gilli Eli Við Streym Jóhanson úr Norðskála - Oyrar skúla, Marita Emma Heinadóttir og Høgni Johansen úr Eysturskúlanum.
Í 4. flokki: Marita Jóhonnudóttir Arge úr Eysturskúlanum,
Í 5. flokki: Búi Petersen úr Skúlanum á Argjahamri
Í 9. flokki: Birna Sigvardsen úr Eysturskúlanum