Sessurin í elitudeildini næstan tryggjaður

Liðið hjá flogbóltsleikarunum, Bárði Mikkelsen og Ragnari í Haraldsstovu, Holte , hevur nærum tryggjað sær framhaldandi sess í donsku elitudeildini í flogbólti

Sigursvanda felagið hjá teimum báðum føroyingunum hevur havt eitt heldur trupult ár, og heldur óvæntað er neyðugt hjá teimum at spæla um at blíva verandi í bestu deildini.

Vunnu á hinum oddaliðnum
Í teldubrævi úr Danmark greiðir Bárður Mikkelsen frá, hvussu gekst í vikuskiftinum. Holte var á vitjan hjá Hvidovre, og tað gjørdist ein sera spennandi dystur, sum Holte at enda vann 3-2 í settum.

Ragnar við aftur
Hin føroyingurin í Holte, Ragnar í Haraldsstovu, var við aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið darvaður av einum skaða í rygginum í eina tíð. Hóast Holte vann dystin, var avrikið hjá teimum ikki nøktandi, sigur Bárður Mikkelsen úr Danmark.
Dysturin var, sum áðurnevnt sera spennandi, og settúrslitini vóru 25-22, 23-25, 21-25, 25-21 og 15-11,
Holte byrjaði dystin best, men sum fráleið kom Hvidovre inn aftur í dystin, og tað hjálpti ikki um støðuna, at Holte fór at kiksa eina rúgvu av servum, og at verjuspælið hjá liðnum hjá føroyingunum báðum heldur ikki riggaði. Eftir at verða aftan fyri 1-2 í settum, var neyðugt hjá Holte at fáa skil á spælið hjá sær, og við einum góðum stríðsvilja eydnaðist tað teimum at venda dystinum, so at endaliga úrslitið var ein 3-2 sigur til Holte.
Komandi sunnudag fær Holte vitjan av botnliðnum ASV Århus, og vinnur Holte tann dystin, eru teir tryggjaðir sess í donsku elitudeilidini komandi kappingarár.

Amager tapti óvæntað
Eitt annað lið í kvalifikatiónsbólkinum hjá Holte er Amager VK, ið hevur føroyingin Jóhann Nielsen á liðnum. Liðið tapti heldur óvæntað á heimavølli móti botnliðnum ASV Århus í vikuskiftinum, og Amager hevur ongan møguleika at vinna sær sess í elitudeildini til komandi ár. Amager VK liggur nummar fimm í bólkinum við fðra stigum, tvey fleiri enn ASV Århus, sum vann síni fyrstu stig við sigrinum á Amager.
Tveir aðrir av okkara fremstu føroysku flogbóltsleikarum, eru teir báðir Suni Juul Petersen og Steinar Eirikstoft, ið leika við PVC Lyngby. Liðið hjá teimum er í hinum kvalifikatiónsbólkinum til elitudeildina, og sunnudagin høvdu teir vitjan av Århus 1900. Lyngby PVC við báðum føroyingunum á liðnum vann dystin lættliga 3-0. Í løtuni liggur Lyngby nummar trð við tíggju stigum, og ávíkavist fðra og tvey stig eru upp til tey bæði liðini, ið liggja nummar eitt og tvey, og harvið vinna sær sess í bestu deildini. Lyngby PVC hevur tveir dystir eftir at leika,