Á Føroya Grótvirki í Skopun gera tey nógvar føroyskar gravsteinar úr føroyskum basalti, og hetta er ein týðandi partur av virkseminum í Skopun.
- Eftirspurningurin eftir føroyskum gravsteinum veksur alla tíðina, og vit eru fegin um, at fólk velja loysnina úr føroyskum basalti.
Tað sigur Høgni Tausen, stjóri á virkinum, sum fegnast um, at tey eisini hava sæð nógv fleiri viðskiftafólk í Skopun, síðan Sandoyartunnilin læt upp.
- Tað er altíð hugnaligt at hitta viðskiftafólk andlit til andlits, og øll eru hjartaliga vælkomin. Ein góður kaffimunnur og eitt gott prát altíð er hugnaligt, heldur hann fyri.
Føroya Grótvirki veitir føroyskar gravsteinar og setir gravsteinar upp um alt landið.
- Vit seta næstan allar gravsteinarnar upp, sum vit framleiða, og hetta er ein tænasta, sum vit fegin vilja veita. Vit eru um alt landið, bæði har landafast er og eisini, har fjørður skilir oyggjarnar, sigur stjórin.
Serstakar uppgávur
Á virkinum í Skopun framleiða tey gravsteinar alt árið, men Høgni Tausen ásannar, at tá jólini nærkast, er eisini háárstíð fyri gravsteinar.
- Jú, tað er rætt, at vit fáa nógv tær flestu bíleggingarnar, tá jólini nærkast, og fólk – helst meira enn aðrar tíðir av árinum – hugsa um síni kæru, sum eru farin.
Hann vísir á, at tað ikki er besta tíðin at arbeiða úti í kirkjugørðum við uppseting av gravsteinum á vetrartíð, men á grótvirkinum vilja tey sjálvsagt hjálpa viðskiftafólki við sínum ynskjum alt árið.
- Vit hava fleiri gravsteinar, sum fólk kunnu síggja, men fólk eru eisini vælkomin við egnum ynskjum, og okkum dámar væl at fáa serstakar uppgávur.
Høgni Tausen ásannar tó, at tey flestu, sum antin koma á gátt ella vitja heimasíðuna – www.fgv.fo – fáa síni hugskot, tá tey síggja mongu sniðini á heimasíðuni.
Føroyskur veitari
Tað kann vera hent at hava framleiðaran og veitaran av gravsteinum í Føroyum, tí tað gevur teimum, sum bíleggja, nógvar møguleikar.
Á Føroya Grótvirki taka tey sær eisini av gomlum gravsteinum, sum tørva viðlíkahald, tí áskrift ella motiv eru fánað.
- Fólk hyggja gjarna inn á heimasíðuna, og síðan ringja tey til okkara – ella støkka inn á gólvið - og siga, hvørji ynskini eru.
Høgni Tausen sigur, at tá viðskiftafólk hava borið fram síni ynskir, ger hann eitt uppskot, sum hann sendir saman við einum óbindandi tilboði.
Á grótvirkinum dámar teimum væl, tá viðskiftafólk hava serstøk ynski, og stórur dentur verður lagdur á at ganga ynskjunum á møti.
- Tí møguleikarnir eru næstan óendaligir, leggur hann aftrat.
Ikki burturúr ongum
Ein føroyskur gravsteinur kemur ikki burtur úr ongum.
- Hetta eru stórir klettar, sum verða tiknir oman úr Høvdahaga her í Skopun. Hesir kunnu viga uppí 25 tons, ið eru passaligir til sagina hjá okkum. Síðan verður steinurin skorin í plátur, sum eru millum 11 og 12 sentimetrar tjúkkar.
Vanligt er, sigur Høgni Tausen, at fløtu síðurnar verða poleraðar, og síðan verða kantarnir høgdir við hamara og meitli, so steinurin fær tað skap, sum avvarðandi ynskja.
Á Føroya Grótvirki verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti.
- Basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, ger tað eisini sterkari, og gróttifarið støkkur minni, sigur Høgni Tausen.
Hann vísir á, at basalt er eitt sindur verri at forma enn granitt, men tá tað er skorið, verður tað formað haðani.
Ymiskar uppgávur
Á Føroya Grótvirki gera tey ymiskar uppgávur, og fyritøkan hevur eisini verið við í fleiri stórum verkætlanum, sum eitt nú kendu trappuni í Vágsbotni í Havn og stóru og flottu verkætlanini við Havnará – fyri at nevna nakrar av verkætlanunum úr rúgvuni.
Virkið hevur eisini verið við í fleiri minnisvarðum, sum eru reistir, og her hevur eitt nú verið arbeitt saman við Hans Paula Olsen og øðrum góðum listafólkum, og Høgni Tausen heldur, at hetta altíð eru spennandi uppgávur.
Ein slík uppgáva er eisini í gongd, nú stóra høllin Við Tjarnir verður bygd.
- Fólk, sum hava fyrispurningar um gravsteinar og okkara tænastu í hesum sambandi, eru altíð hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við okkum. Ein føroyskur gravsteinur er altíð nakað serligt, sigur Høgni Tausen.











