Í nøkur ár hevur tað verið trupult hjá Royal Greenland at fáa nóg mikið av arbeiðsfólki til síni 37 fiskavirki í landinum. Størvini á hesum virkjum svara til umleið 1000 fulltíðarársverk.
Fyri at loysa ein part av tørvinum á arbeiðsfólki hevur Royal Greenland síðan 2017 havt fleiri arbeiðsfólk úr Fjareystri, og hesi hava verið sett í starv við avtalum yvir eitt ella tvey ár í senn.
Nú hevur stóra grønlendska fyritøkan tikið avgerð um, at talið av útlendskari arbeiðsmegi á virkjunum hjá felagnum skal hava eitt hámark, og hetta verður eisini galdandi fyri gestaarbeiðarar úr Fjareystri.
Sambært Sermitsiaq ynskir Royal Greenland í ár eins og í fjør at hava 65 kvinnur og menn úr Asiu á sínum virkjum, og talan er serliga um kinverjar, sum arbeiða í Maniitsoq, Ilulissat og Uummannaq.
- Vit hava eisini fólk úr Filipinunum, sum arbeiða í virkinum í Tasiusaq i Upernavik-økinumområdet, siger Christian Laursen, talsmaður hjá Royal Greenland.
Hann vísir á, at Royal Greenland ongar ætlanir hevur um at veksa um talið av eitt nú kinverjum á fiskavirkjunum. Ein arbeiðsbólkur er settur, sum skal royna at finna út av, hvussu framtíðin skal síggja út.
- Vit ætla at seta í verk onkur tiltøk, sum skulu viðvirka til, at tað verður lættari at halda fast um lokalu arbeiðsmegina.
Formaðurin í SIK, Jess G. Berthelsen, fegnast um, at tey í Royal Greenland nú ætla at gera meira fyri í størri mun at fáa tey lokalu inn á fiskavirkini, tí tað eru nógv fólk, sum eru arbeiðsleys í ávísum økjum.
- Tað eru hesi fólkini, sum skulu koma aftur til arbeiðis, sigur Jess G. Berthelsen við Sermitsiaq.ag.