Seta met á flogvøllinum í Vágum

Á flogvøllinum  Vágu, vænta tey at seta ferðafólkamet í ár.

 

Tað sigur flogvøllurin í dag.

 

Annars hevur ferðafólkastreymurin verið avtakandi seinastu tíðina.

 

- Í oktober vóru færri ferðafólk á flogvøllinum enn í oktobur 2012, men vøkstur var aftur í novembur.

 

- Í novembur var vøksturin 2.4 prosent.

 

- Higartil í ár hava 220.874 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum og tað eru 9.741 fleiri enn í 2012.

 

Her skal leggjast afturat, at ú ár hevur ongin oljuflúgving verið, í fjør vóru 3 prosent av ferðafólkunum oljufólk, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

 

Tølini hjá Vága Floghavn vísa annars, at Danmark  er framvegis nógv størsti avtakari av ferðafólkum, ímeðan Ísland liggur nummar tvey.

 

- Síðani koma Noreg og Bretland.

 

Stjórin á flogvøllinum heldur annars, at tað er áhugavert, at tað sær út til at ein lítil framgongd er at hóma í Bretlandi, men hinvegin er ferðafólkatalið til Noregs minka eitt sindur, helst tí at óljuflúgving er í 2013.

 

- Tað sær ikki út til at nýggju beinleiðis ruturnar til Barcelona og Milano hava tikið nakað frá høvuðsleiðini til Danmarkar, sigur Jákup Sverri Kass.