Seta punktum í næstbestu deildini

Seinnapartin verður 27. og síðsta umfar í 1. deild í fótbólti. Tað er longu greitt, at 07 Vestur og AB næsta ár skulu spæla í bestu deildini, og at B68 og NSÍ skulu spæla í 2. Deild.

Í gjárkvøldið var framskundaður dystur í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av KÍ. Klaksvíkingar vunnu 2-1. Sigursmálið varð skorað tríggjar minuttir undan leikloki. NSÍ er aftast í deildini, og KÍ er á fimta plássi – fyribils. Víkingur hevur við sigri við Margáir seinni í dag møguleika at vinna fimta plássið og harvið at tryggja sær ein eyka heimadyst næsta kappingarár.

Skála fær í dag vitjan av 07 Vestur. Skála misti fyri viku síðani møguleikan at flyta upp. Í dag fæst at síggja, um skálamenn eftir vónbrotið kunnu manna seg upp aftur.

 

Fríggjadagin 21. september

NSÍ-KÍ 1-2 (1-1)

0-1: Eivindur Sørensen 26.

1-1: Viggo Hansen 41.

1-2: John Guðjónssson 87.

 

Í dag kl. 15.00:

B71-AB: Ransin N. Djurhuus

EB/Streymur-Víkingur: Rúni Gaardbo

Skála-07 Vestur: Rói Jacobsen

B68-HB: Kári J. á Høvdanum

 

Støðan

07 Vestur 65

AB 58

Skála 54

HB 44

KÍ 38

Víkingur 36

B71 27

EB/Streymur 27

B68 14

NSÍ 14

KÍ og NSÍ hava spælt 27 dystir, og hini liðini hava spælt 26 dystir.