Higartil eru 292 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, ið kravdi mannalív, sum var tá ein bilur fór út av Varmakeldueiði 2. september í 1928.
Landsstýrið hevur raðfest, at ein skaðanevnd verður sett á stovn. Endamálið við einari skaðanevnd er at kanna og varpa ljós á møguligar orsøkir til, hví ferðsluvanlukkur henda, og á henda hátt vera við til at fyribyrgja aðrar ferðsluvanlukkur.
Tað hevur í nógv ár verið tosað um at seta slíka nevnd, sum kann greinar álvarsligar ferðsluvanlukkur og fáa fram vitan, sum kann forða fyri, at slíkar vanlukkur henda. Í øðrum londum kalla tey tað havarínevnd, sum vit eisini kenna frá flogvanlukkum.
Talið av deyðum í ferðsluni er nógv minkað. Fyrstu árini við bilum í Føroyum vóru javnan álvarsligar fersðluvanlukkur. Men serliga í sjeyti- og áttatiárunum vóru nógvar vanlukkur, ið kravdu mannalív, onkur ár meira enn ein deyðsvanlukka um mánaðin. Seinastu árini hava verið nøkur ár, har talið hevur verið 0.
Um aldarskiftið setti Ferðslutrygd sær sum mál 0-hugsjónina, sum hevði sum endamál, at eingin skuldi doyggja ella fáa álvarsligan skaða í fersðluni. Eitt utopiskt, men gott mál, hildu tey flestu. Men tað hevur víst seg kortini, at vit hava havt fleiri ár, har eingin er deyður í ferðsluni.
Sambært løglistanum hjá landsstýrinum, so verður ein slík skaðanevnd umsíðir sett.