?Setrið á ferð?

Mentanardeildin hjá Klaksvíkar býráð hevur í góðum samstarvi við kunningarleiðaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jákup Sørensen, fingið í lag fyriletrarøðina ?Setrið á ferð?.

Tað verða hildnir nógvir áhugaverdir fyrilestrar á Fróðskaparsetrinum, og ofta liggur stórt fyrireikingararbeiði aftanfyri. Eftir at teir eru hildnir, verður hildið, at teir í ov stóran mun verða ?lagdir í skuffuna? ella koma ov lítið fram í øðrum høpi. Tí var hildið skilagott, at fara at ferðast við fyrilestrunum, og verður tann fyrsti í býráðshøllini í Klaksvík komandi týskvøld.
Eisini verður í hesum sambandi skipað fyri tíðindafundi um ferðandi fyrilestrarrøðina, sum byrjar í Klaksvík. Hetta tiltakið verður eisini gjørt í sambandi við, at Fróðskaparsetrið fyllir 40 ár fríggjadagin 20. mai.
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri fyrilestrarøðini, saman við kunningarstovunum í Suðuroy, á Sandi, í Vágunum, í Fuglafirði og eisini Mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráð, sum kom við hugskotinum til ?Setrið á ferð?.
Fyrsti fyrilesturin
Fyrsti fyrilesturin í røðini verður í býráðssalinum í Klaksvík týsdagin 10. mai klokkan 20. Tá ferð Petur Zachariassen lektari í støddfrøði og hagfrøði á Náttúruvísindadeildini at halda fyrilesturin ?Frá atkvøðum til tingsessir.?
Í fyrilestrinum fer Petur at royna at svara spurninginum hvussu eitt lutfalsligt tingmannabýti fæst í mun til atkvøðubýtið. Hesin greiði spurningur hevur einki einfalt svar. Fleiri útrokningarhættir hava verið nýttir í valskipanum kring heimin. Hvat siga royndirnar og hvørji ástøðilig úrslit eru tøk um henda spurning?
Í fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu tingmannabýtið verður funnið út frá atkvøðubýtinum, hvussu ymisk lond hava skipað seg við valdømum, tinggáttum, eykavaldum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í eini valskipan.
Ymsir hættir verða nýttir til løgtingsvalini 1978-2004 og samanbornir við galdandi valskipan. Í fyrilestrinum verður eisini víst á ein nýggjan tvílutfalsligan útrokningarhátt, har lutfalslig javnvág fæst í tingmannabýtinum bæði í mun til flokkar og valdømi.
Fyrilesturin var hin fyrsti í røðini Myndlar og tøl, sum hevur verið á Setrinum í heyst og vár.
Petur Zachariassen er útbúgvin støddfrøðingur frá Universitetinum í Århus og hevur starvast sum lektari í hagfrøði og støddfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum síðani 1974.
Skráin fyri fyrilestrarøðina er hendan:
11. mai 2005 Firouz Gaini: ?Harmaljóð úr suðurlondum?. Fyrilesturin verður í Ovastovu í Havn kl. 20.
18. mai 2005 Malan Marnersdóttir: ?Sjóvarbóndin: fyrsta skrivandi skald okkara. Ólavur Trygvason í søgu og kvæði?. Fyrilesturin verður á bókasavninum í Fuglafirði kl.20.
25. mai 2004 Jóan Pauli Joensen, ?Grind og grindabýti.? Fyrilesturin verður í Pakkhúsinum í Bø kl. 20.
Røðin verður tikin uppaftur í oktober mánaði, tá ið okkurt um 30 fyrilestrar vera á skránni í Suðuroy, Sandoy, Tórshavn, Vágunum, Fuglafirði og Klaksvík.