Aftur í ár sleppa 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu á fiskitúr við sluppini Westward Ho.
Og hósdagin 20. august gekk avbera væl hjá næmingunum í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Spentir og hugagóðir fóru teir avstað um morgunin, og tá dagurin var av, høvdu teir fingið 176 fiskar.
Tað er nýtt met. Gamla metið var 124 fiskar, so næmingarnir við Løgmannabreyt bøttu um metið við heili 52 fiskum.
Árligu fiskitúrarnir eru eisini ein kapping millum 6. flokkarnar. Kappast verður bæði um, hvør flokkur fær flest fiskar, og hvør einstakur næmingur fær størsta fiskin.
Síðani 2009 hevur tað verið fastur táttur hjá 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu at fara ein túr við Westward Ho. Endamálið er eisini, at børnini skulu læra um sjógvin og føroyskan fiskiskap.
Foreldur, ommur og abbar kunnu koma við, og hósdagin vóru fleiri teirra eisini við á metferðini.
Fiskitúrarnir hjá 6. flokkunum í ár byrjaðu 14. august og halda fram til 2. september.
Nú er so talið at taka: 176 fiskar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















