TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá B36, sum við liði sínum vann 3-1 á FC Suðuroy suðuri í Vági.
Eyðun fegnast um, at ætlanin hjá B36 at fáa sær eina trygga leiðslu í undanvindinum í fyrra hálvleiki eydnaðist. Hann fegnast eisini um, at Hans Pauli Samuelsen eftir fýra assist fyri liðið, kundi skjóta eitt vakurt frísparksmál. Í seinna hálvleiki ráddi um at hóra undan í øllum mótvindinum.