Stutt fyri klokkan seks í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum ruskílati í miðbýnum í Havn. Sløkkiliðið kom á staðið og sløkti eldin. Eitt korter seinni kom enn ein fráboðan um, at eldur var í einum ruskílati í Grasagarði, og tann eldurin varð eisini skjótt sløktur.
Eingin var á staðnum, og løgreglan veit ikki, hvør hevur sett eld í ruskíløtini.
Um døgurðatíð í gjár fekk løgreglan boð um, at ein persona lá avdottin í Steinatúni. Viðkomandi varð tikin upp og fingin til hús.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at olja var á vegnum frá Svínáum niðan móti rundkoyringini og niðan til tunnilsmunnan við Norðskálatunnilin. Talan var ikki um nógva olju, so einki varð gjørt við tað, og løgreglan veit ikki, hvør hevur mist oljuna á vegin.