Í nátt komu tveir mans til ilnar í Havn og tað endaði við, at annar maðurin varð settur í varðhaldi, har hann situr enn.
Teir fóru til hendurs og í tí sambandi tók annar maðurin fellknív úr lummanum, og hann rakti hin mannin á hálsin. Men talan var ikki um álvarsligan skaða, tí hann fekk bara eina lítla skeinu. Men løgreglan setti hann í varðhald til støða verður tikin til, hvat skal henda í málinum.