SEV-leiðslan størri vald

Umboðsnevnd SEV?s hevur eykafund mikudagin 20. mai. Aftur hesa ferð roynir leiðslan seg við einum uppskoti til viðtøkubroytingar. Harumframt skal umboðsnevndin taka støðu til, um fundirnir framyvir skulu vera opnir.

Leiðslan hevur nú á fleiri fundum á rað roynt at skerja valdið hjá umboðsnevndini. Ætlanin hevur verið, at stýrið og stjórin skulu hava víðkaðar hemildir. Men umboðsnevndin hevur víst uppskotunum frá sær. Tað uppskot, ið umboðsnevndin nú skal taka støðu til, er næstan borðbært, men eisini bara næstan.


Høvuðsbroytingarnar

Smbt. uppskoti stýrisins skal tað ikki longur vera neyðugt hjá leiðsluni at spyrja umboðsnevndina, um SEV til muns skal vaksa um sítt virksemi (§ 3, stk. 16). Umboðsnevndin eigur at gera sær púrasta greitt, at verður henda áseting strikað, so ber til hjá leiðsluni einsamallari at gera av, um SEV t.d. skal halda fram við vatnorkuútbyggingini á Eiði.

Smbt. uppskoti stýrisins skal leiðslan framyvir kunna binda felagið við keypi, sølu og veðseting av føstu ognum felagsins, eins og lán skulu kunna takast, uttan at neyðugt verður at vísa til eina samtykt í umboðsnevndini, sum heimildar hesum (§ 4, stk. 13). Leiðslan fær so statt fríar hendur í øllum fíggjarligum málum.

Eg fari harðliga at mæla umboðsnevndini frá at taka undir við hesum báðum uppskotunum til viðtøkubroytingar. Tað eigur at vera umboðsnevndin, sum hevur tað avgerandi orðið í fíggjarligum spurningum. Og sjálvsagt eigur tað at vera umboðsnevndin, sum ásetur orkupolitikk SEV?s, t.d. um byggjast skal víðari á Eiði.


Aðrar broytingar

Aðrar viðtøkubroytingar, sum bera á sama borð, men sum kunnu tykjast minni týðandi, eru m.a.

- at tað framyvir verður stýrið og ikki umboðsnevndin, sum ásetur setingartreytirnar hjá stjórananum og ger reglugerðir fyri virksemi hansara;

- at tað framyvir verður stjórin, og ikki stýrið, sum setur og loysir úr starvi øll starvsfólk (tó ikki seg sjálvan og skrivstovustjóran) - í dag er hetta uppgáva stýrisins;

- at stýrið einsamalt skal kunna umleggja gomul lán;

- at umboðsnevndarlimir framyvir einans kunnu fáa stuttar viðmerkingar í gerðarbókina;

- at innkallingarfreistin gerst styttri;

- og at Tórshavn verður fundarstaður SEV?s.


Tað er møguligt, at hesar broytingar gera tilveruna hjá SEV-leiðsluni meira liviliga. Sjálvur haldi eg tær vera óneyðugar, og at tær í veruleikanum bara avdúka hugsanarháttin hjá leiðsluni, nevniliga at umboðsnevndin er eitt haft um beinið hjá SEV.

Ein verulig ábót finst tó í uppskoti stýrisins, og tað er, at árligi umboðsnevndarfundur SEV?s ikki longur skal vera í oktober, men í mai. Hetta samsvarar sjálvsagt betur við, at roknskapurin fyri farna ár skal góðkennast o.s.fr. Talan er um eitt gamalt uppskot hjá undirritaða, sum kortini ongantíð er sloppið til viðgerðar, tí leiðslan hevur tengt tað uppí sítt egna uppskot, sum jú hevur verið leingi ávegis.


Opnir umboðs-

nevndarfundir

Umboðsnevndarfundir SEV?s eru ikki almennir. Soleiðis stendur í starvsskipanini. Síðan 1996 havi eg roynt at fingið hetta broytt. Ikki fyrr enn á ársfundinum 1997 fekk málið 1. viðgerð (broytingar av starvsskipanini skulu hava tvær viðgerðir). Tá høvdu tveir umboðsnevndarfundir verið, uttan at broytingaruppskotið slapp á skrá. Eg gangi út frá, at hetta mál, sum hevur verið so leingi ávegis, og sum eisini hevur verið til 1. viðgerð, nú sleppur til 2. og endaliga viðgerð.

Uppskotið ljóðar: ?Fundirnir eru opnir fyri almenninginum. Gera karmarnir um fundin, at atgongdin má avmarkast, hava fjølmiðlarnir fyrsta rætt. Fundurin kann sjálvur gera av at lata dyrnar aftur, um serligar umstøður gera seg galdandi?.

Eftir mínum tykki er tað av alstórum týdningi, at fjølmiðlarnir - og almenningurin yvirhøvur - fáa høvi til at fylgja við í og luttaka í orðaskiftinum um hvønn politikk SEV, okkara størsta orkufelag, eigur at reka.


Klæmint Olsen

umboðsnevndarlimur