SEV og Maskinmeistarafelagið eru komin ásamt um at gera eitt ískoyti til tann tvey ára sáttmálan, ið varð undirskrivaður 28.mars, soleiðis at sáttmálin verður longdur við einum ári. Hækkingin tað seinasta árið verður heldur lægri enn tvey tey fyrstu árini av sáttmálanum. Nýggi sáttmálin verður sostatt galdandi til 2006.
Poul Arne Jacobsen, stýrisformaður í SEV, upplýsir, at lønarhækkingin tað síðsta árið eftir ætlan skal vera 3 prosent. Hækkingin í lønini hini bæði árini var umleið 4,6 prosent. Stýrið hjá SEV hevur tikið undir við hesum leistinum.
? Miðalhækkingin yvir hesi trý árini verður samsvarandi við tað, sum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir skrivaðu undir uppá, sigur Poul Arne Jacobsen.
Stýrisformaðurin sigur, at SEV og Maskinmeistarafelagið hava samskift nógv seinastu vikurnar, síðan Karsten Hansen alment vrakaði sáttmálan, og hetta var ein loysn, sum partarnir báðir kundu góðtaka.
Hann sigur, at Fíggjarmálaráðið er kunnað um støðuna ígjøgnum telefon, og at leikluturin hjá SEV er liðugur beint nú. Nú verður bíðað í spenningi eftir, at Karsten Hansen fer at gera sína niðurstøðu.
Alt skal vera klárt
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Jógvan Nybo, sigur, at felagið ikki fer at skriva undir eitt ískoyti til sáttmálan uttan at alt er klárt og góðkent av Fíggjarmálaráðnum.
? Tað, sum vit hava verið vitni til seinastu vikurnar, fara vit ikki at góðtaka einaferð afturat. Vit fara ikki at skriva undir og síðani uppliva, at Karsten Hansen vrakar sáttmálan. Alt skal gerast undir einum hesuferð, sigur Jógvan Nybo. Hann vil sostatt tryggja sær, at sáttmálin er góðkendur, áðrenn hann verður undirskrivaður.
Hann váttar, at partarnir eru komnir ásamt um eitt ískoyti til sáttmálan, men hann slær rimmarfast, at tann tvey ára sáttmálin, sum varð vrakaður av landsstýrismanninum, ikki verður broyttur ella avtikin.
Nevndin í Maskinmeistarafelagnum hevði í gjár fund við maskinmeistararnar hjá SEV um støðuna, og har var greiður meiriluti fyri at royna hesa loysnina. Á henda hátt varðveita maskinmeistararnir lønarhækkingina uppá góð 10 prosent við eftirløn yvir tvey ár, men teir ganga við til eina heldur lægri hækking tað síðsta árið.
Jógvan Nybo leggur afturat, at felagið ikki fer at bíða leingi eftir eini góðkenning úr Fíggjarmálaráðnum, tí støðan hjá hansara limum als ikki kann góðtakast, og um sáttmálaviðurskiftini ikki koma uppá pláss, mugu tiltøk setast í verk.
Sosialurin fekk fatur í Karsten Hansen hósmorgunin, men av tí at hann var staddur uttanlands og ikki hevði sæð semjuna millum SEV og Maskinmeistarafelagið, vildi hann ikki uppá standandi fót siga, um hann góðkennir hendan leistin. Væntandi fer Karsten Hansen at gera viðmerkingar til málið í blaðnum í morgin.