Skjótt farna vikan sýndi enn einaferð, hvussu ógvusligar avleiðingar tað kann hava á samfelagið, tá verkføll verða sett í verk. Verkføll, sum eru til stóran skaða fyri útflutningsvinnu okkara, har orð sum álítandi og støðugar leveransur teljast millum týdningarmestu lyklaorðini, um vit skulu hava nakran sum helst møguleika at standa okkum í kappingini á einum alt meira globaliseraðum marknaði.
Síðani tað stóð greitt, at Løgtingið fór at leggja seg út í trætuna og við lóg steðga verkfallinum, hava skotryðjurnar verið bæði harðar og drúgvar, og fyri tað nógva hava hesar verið skotnar móti politikarum og fakfeløgum.
Tað tykist soleiðis, sum hevur SEV sjálvt fullkomuliga klárað frísak í hesum, og tað er undrunarvert. Tí í veruleikanum er tað helst her, at størsti bukkurin er grivin. Aðru ferð á rað hevur SEV samrátt seg til ein sáttmála, sum ikki verður góðtikin av landinum. Og meðan tiltøk og verkfall varð við hóttanina seinast, fingu allir føroyingar hesa ferð sviðan at kenna, tá SEV enn einaferð samráddi seg til ein sáttmála, sum var væl omanfyri tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði givið tilsøgn um. Ein sáttmála, sum SEV tí var væl vitandi um, ikki fór at verða góðkendur. Ein kann ivast í tí skilagóða í, at landstýrismaðurin skal góðkenna sáttmálarnar hjá SEV, men soleiðis er núverandi skipan, og eigur SEV leiðslan at handla hareftir.
Og tí líkist tað mest av øllum ryggloysi, tá SEV aftur forhandlar seg til ein sáttmála, sum er omanfyri tað, sum teir vita kann góðkennast. Júst sum tá fólk skriva kekkar, sum dekningur ikki er fyri. Argumentið hjá SEV fyri tveimum árum síðani var, »at landsstýrismaðurin plagar kortini at góðkenna sáttmálan«, men hetta varð ikki gjørt. Hesuferð átti SEV væl og virðiliga at vitað, at sáttmálin heldur ikki fór at verða góðkendur. Men SEV valdi løttu loysnina, sum var at blaka apuna víðari. Tí sjálvandi var SEV eisini vitandi um, at løgtingið ikki fór at lata landið liggja í streymloysi. Tað vildi av sonnum verið ábyrgdarleyst.
Undir viðgerðini í tinginum vísti andstøðan manglandi vilja ella evni til at loysa málið í skundi. Ikki tí, hugskot Tjóðveldisfloksins um at broyta kommunustýrislógina er eitt gott hugskot, men at fara í holt við tað, tá tað umræður at tryggja samfelagsvirði við at fáa streymin aftur sum skjótast, svarar til at fara út at keypa roykalarmar, eftir at eldur er komin í skrellispannina. Nú tá málið er útsett, so eigur Løgtingið at umrøða kommunustýrislógina, tí ikki hongur tað saman, at man ætlar at leggja meir út til kommunurnar at umsita, samstundis sum man vil varðveita centralstýring í Fíggjarmálaráðnum. Antin hevur man álit á kommununum, og so eigur man at broyta kommunustýrislógina, ella hevur man ikki álit á kommununum, og so skal man varðveita verandi skipan, men ikki leggja meir út til kommunurnar.
Sosialurin