Filmútgávan av væl umtóktu sjónvarpsrøðini ?Sex And The City? kom í biografarnar fyri nøkrum mánaðum síðani og slaturin er longu byrjaður at ganga um ein eftirfylgjara.
Chris Noth, sum spælir sjeikurin hjá Carrie Bradshaw ?Mr. Big?, vónar, at nýggi filmurin fer at verða upptikin í London.
Hann sigur:
- Um Woody Allen kann gera ein film í London, so kunnu vit eisini. Høvundurin til tekstin, Michael Patrick King, hevur nógv góð hugskot og eg haldi, at London hevði verið eitt gott stað til upptøkurnar. Kanska kundu Carrie og Mr. Big farið á brúdleypsferð til London ella kanska kundi arbeiði hansara verða flutt til London, soleiðis at tey kundu flutt hartil, sigur hann frá.
Man kann so spyrja seg sjálvan, hvussu ein filmur eins og ?Sex And The City?, sum í stóran mun snýr seg um lívið í New York, hevði riggað í London?