Seyðahundar kappast á Viðareiði

Leygardagin verður seyðahundakapping á Viðareiði. Kappast verður í klassa 1, 2 og 3. Útlendskur dómari kemur at døma hundarnar, ið kappast í klassa 3 Aftur í ár verður seyðahundakapping á Viðareiði, og er hetta fimta árið, at kappingin verður hildin. Kappingin verður leygardagin 28. februar og byrjað verður klokkan 9.

Kappingin verður í klassum 1, 2, og 3. Hetta er samstundis ein úttøkukapping fyri at sleppa út um landoddarnar at royna seg, verður sagt í tíðindaskrivi.

Kappingin í klassa 3 verður eysturi á Heiðum, har sum fjósið hjá Niels Absalonsen er, meðan kappingin í klassa 1 og 2 verður niðri við kirkjuna.

Dómari í klassa 3 verður Erik Holmgaard úr Danmark, og hevur hann nógv góð úrslit at vísa á ígjøgnum árini, bæði innan EM og VM við sínum hundum.

Í klassa 1 og 2 verða føroyskir dómarar.

Innivist fæst við at venda sær til Hotel Norð.

Teir ella tey, ið ætla at tekna seg, kunnu ringja á telefon 28 67 87 ella 59 55 03

Tekningarfreistin er úti mikukvøldið 25. februar klokkan 20.