- Tá fólk í Føroyum komu eftir, at Google ikki sendi upptøkufólk til Føroya at taka myndir av oyggjunum á Street View, setti ferðavinnuskrivstovan seyðin á uppgávuna, veit NRK at siga í dag.
NRK skrivar, at tey eru mong, sum ikki vita, at Føroyar eru til. Googlar tú Føroyar, koma nógv heimskort á skíggjan, har Føroyar slett ikki eru skrásettar.
- Hetta vildu vit gera nakað við, sigur Súsanna Sørensen hjá Visit Faroe Island við NRK.
Tíðindastovan vísir á, at í Føroyum - teimum grønu gosoyggjunum - sum liggja miðskeiðis millum Noreg, Ísland og Stórabretland, eru næstan tvífalt so nógvir seyðir sum fólk.
NRK vísir á, at í 2016 fór Googles Street View um stóran part av heiminum, men netrisin hevði ongar ætlanir um at fara til "blástu" oyggjarnar við fámenta fólkatalinum.
Men, hetta vildi almenna føroyska ferðavinnuskrivstovan ikki hava sitandi á sær og vildi tískil vísa stóra altjóða veitaranum á, at Føroyar eisini eru á heimskortinum.
##med2##
Og her gjørdust seyðirnir "kameramenn". Men, hvussu læt hetta seg gera? Fyrsta uppgávan var at festa myndatólið á seyðin.
- Ein lokalur "Petter Smart" gjørdi eitt slag av belti, sum varð spent kring búkin á seyðinum, og síðan varð sólrikið 360-stig myndatól fest í beltið, skrivar NRK.
Nú var bara eftir at senda teir fýrbeintu út í bø, haga og brættar skráar, og síðan varð bara at bíða eftir, at myndirnar komu í hús.
- Størsta avbjóðingin var at fáa seyðirnar at fara, har teir vildu. Vit sóu, at seyður ikki gongur so nógv, men stendur nógv stillur og etur gras, sigur Súsanna Sørensen.
##med3##
Hon vísir á, at árini eftir hesa royndina, er ferðafólkatalið í Føroyum nógv vaksið, men hon leggur aftrat, at Føroyar ynskja ikki bara eitt stórt ferðafólkatal.
- Okkara mál er at fokusera á góðsku heldur enn nøgd av ferðafólki. Tað er ikki okkara mál, at Føroyar gerast eitt stórferðavinnuland, sigur Súsanna Sørensen við NRK.