ÍSF tørvar eykajáttan á 800.000 krónur

Ítróttarsambandi Føroya tørvar eina eykajáttan á 800.000 krónur beinanvegin, um flutningur av ítróttarfólki skal halda fram. Privatiseringin av bussleiðinin hevur havt við sær, at eykabussar ikki verða settir í koyring, tá vanligi bussurin er fullur av fólki

Seinasta vikuskiftið boðaðu fleiri ítróttarfeløg kring landið frá, at tey ikki fóru at senda síni lið at spæla dystir og kappingar á uttanfyri heimbygdina. Enn er ógreitt, hvussu verður komandi vikuskiftið, tá dystir og kappingar aftur eru á skránni.
Orsøkin er, at einki pláss er í bussunum hjá bygdaleiðum, og aðrir bussar verða ikki settir í koyring fyri at nøkta tørvin. Henda støðan er íkomin, eftir at bygdaleiðir blivu privatiseraðar.
Nú eru tað teir einstøku bussførararnir, ið hava fingið rutuna at røkja, sum skulu taka avgerð um at seta fleiri bussar í koyring. Og teir seta ikki fleiri bussar í koyring uttan at vita, hvør skal gjalda fyri hetta.
ÍSF fór mikudagin seinnapartin á fund við nýggja landsstýrismannin við mentamálum, Annlis Bjarkhamar, á Mentamálaráðnum at fáa greiðu á støðuni.
Um viðurskiftini ikki fáast uppá pláss, er vandi fyri, at kappingar verða niðurlagdar.

Eykajáttan krevst
Játtanin á fíggjarlógini til flutning av ítróttarfólki er í ár 1,7 milliónir krónur. Tørvurin er í veruleikanum 3 milliónir krónur, og Heðin Mortensenm, forseti í ÍSF, væntar, at játtanin fer at nøkta tørvin komandi ár.
? Vit kunnu als ikki liva við hesi støðuni. Vit hava strongt á at fáa greiðu á viðurskiftunum, men einki er hent. Vit hava tørv á eini eykajáttan á 800.000 krónur, so klára vit at halda tørn restina av árinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at síðan bygdaleiðir vóru einskildar, hava ítróttarfeløg havt trupulleikar. Eykabussar eru ikki til tey fólkini, ið ikki fáa sess í vanliga bussinum. Tí verður tørvurin ikki nøktaður.
Og tað eru ikki bara ítróttarfólk, ið mugu svíða fyri hetta. Pensjónistafeløg og skúlaflokkar hava eisini avlýst sínar ferðir kring landið vegna plásstrot í bussunum.
Arbeitt verður eisini við eini nýggjari elektroniskari gjaldsskipan, men ÍSF vil als ikki taka undir við hesi skipan.
? Tann nýggja elektroniska gjaldsskipanin fer at geva nógv størri umsiting og fer at skapa órógv, sigur forsetin, sum heldur, at tey skulu halda fram við gomlu skipanini við teimum gulu seðlunum.
Heðin Mortensen er eisini misnøgdur við, at tey ferðandi bert fáa 15 prosent í avsláttri, tí fyrr var avslátturin heili 40 prosent.
ÍSF ber eisini ótta fyri, at tey ungu skipa fyri sínum egna flutningi. Trygdin er ikki altíð í lagi, tá fleiri fólk kroysta seg inn í ein bil. Hesum er ÍSF harðliga ímóti og mælir frá, at fólk skipa fyri flutningi, har trygdin ikki er í lagi.