Íshøll sendi fleiri enn 2000 í sóttarhald

Tað eru nú 105 covid-19 tilburðir, sum kunnu knýtast til virksemið í einari íshøll í Halden í Noregi.

 

Fyri nøkrum døgum síðan høvdu vit ein greinastubba her á In.fo um koronu-smittu í einari íshøll í Halden kommunu í Noregi. Høllin, sum hevði verið stongd vegna covid-19, hevði latið upp aftur, men bert fáar vikur seinni, breyt smitta út í høllini, sum tískil læt aftur.

Talan var tá um fleiri enn 50 fólk, sum vórðu smittað og sum kundu knýtast til virksemið í høllini. Í greinini varð víst á, hvussu skjótt koronu-smitta kann spjaða seg, tá illa vil til. Nú skrivar VG, at tey covid-19 smittaðu í nevndu íshøll nú eru vorðin heili 105 í tali.

Heimasíðan skrivar, at seinasta samdøgur eru sambært yvirliti hjá kommununi staðfestir tíggju nýggir smittutilburðir í Halden, harav átta av hesum kunnu knýtast til virksemið í høllini. Tað merkir, skrivar VG, at tilsamans 105 smittutilburðir nú hava sín uppruna í íshøllini.

Lagt verður aftrat, at tey flestu, sum kunnu knýtast til smittuna, sum stóðst av virkseminum í høllini, búgva í Halden, men fleiri búgva eisini í Fredrikstad og Sarpsborg. Smittu-spjaðingin í íshøllini hevur nú sett fleiri enn 2000 fólk í sóttarhald, veit heimasíðan at siga.