Sharon verður valdur aftur

Nógv bendir á, at ísraelski forsætisráðharrin fer framvegis at eita Ariel Sharon aftan á tjóðartingsvalið , sum verður tann 28. mars.

Mánadagin kunngjørdi Sharonm, at hann fór burtur úr Likudflokkinum, og at hann fór at stovna sín egna flokk. Longu dagin eftir vísti ein meiningakanning hjá blaðnum Maariv, at tann nýggi flokkurin hjá Sharon fer at fáa 30 umboð í tinginum, Arbeiðaraflokkurin 26 og Likudflokkurin 15. Ein tilsvarandi kanning hjá blaðnum Yedioth Ahronot agv flokkunum ávikavist 33, 26 og 12 sessir í tinginum aftan á valið í mars.

Tjóðskaparlig ábyrgd, sum nýggi flokkurin hjá Sharon eitur, hevur kunngjørt, at hann fer at virka fyri at fáa ferð á friðartilgongdina, og at eitt varandi mark verður ásett ímillum Ísrael og Palestina.