Shearer fekk sín fyrsta sigur

Alan Shearer hevur bíðað fleiri vikur eftir sínum fyrsta sigri, sum venjari hjá Newcastle.

 

Í kvøld kom fyrsti sigurin til høldar, tá Newcastle vann granna- og botnuppgerðina ímóti Middlesbrough 3-1. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1. Tað byrjaði annars stak illa hjá Newcastle. Longu tá tríggjir minuttir vóru farnir kom Middlesbrough á odda við einum sjálvmáli. Tó gingu bert seks minuttir, so hevði Newcastle javnað, tá Steven Taylor stútaði eitt hornaspark frá Danny Guthrie í netið.

 

Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, sum hvørki liðið í roynd og veru kann brúka til nakað sum helst. Men tá 70 minuttir vóru farnir satsaði Alan Shearer. Hann tók Michael Owen út, og setti Obefemi Martins á vøllin. Martins hevði verið á vøllinum eina stutta løtu, tá hann langaði bóltin framvið Brad Jones í Middlesbrough-málinum til 2-1. Stutt undan leikloki staðfesti danin, Peter Løvenkrands sigurin hjá Newcastle, sum nú er at finna røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

Støðan í botninum í Premier League :

 

15 Portsmouth 36 -20 38

16 Sunderland 36 -17 36

17 Newcastle 36 -17 34

------------------------

18 Hull 36 -24 34

19 Middlesbrough 36 -28 31

20 West Brom 36 -29 31