Shell 80 ár á baki í Føroyum

Fríggjadagin 27. mai eru 80 ár liðin, síðani fyrsta tunnan av olju frá Shell varð seld í Føroyum. Fyrsti Shell-umboðsmaður í Føroyum var Christian Holm Jacobsen, og fyritøkan I.P. Evensen & Søn keypti fyrstu tunnuna

"Den første Tønde blev solgt til I. P. Evensen 27/5 - 1925", stendur at lesa í uppskrivingarbókini, Salgsstatistik, hjá Christiani Holm Jacobsen, ið sum tann fyrsti fór undir at selja olju frá Shell í Føroyum.
Tað byrjaði við einari tunnu av olju í 1925, og í dag - 80 ár seinni - er talan um eina landsfevnandi fyritøku, P/F Føroya Shell, sum undir nútímans umstøðum veitir privatum viðskiftafólkum, tí almenna og vinnulívinum bæði á sjógvi og landi tænastur.
Fyrsta árið - frá 27. mai til 31. desember 1925 - seldi Christian Holm Jacobsen samantalt 957 tunnur av olju frá Shell til føroyingar fyri tilsamans 50.304,52 krónur. Tað gekk skjótt framá at selja Shell-olju í Føroyum. 10 ár seinni - í 1935 - var árliga sølan 13.443_ tunnur, stendur í uppskrivingarbókini hjá Christiani Holm Jacobsen.
Hann hevði tikið kappingina upp við Det Danske Petroleums Aktieselskab, DDPA, sum frammanundan var umboðað í Føroyum, og sum seinni bleiv til Esso.
Christian Holm Jacobsen umboðaði Shell umvegis A/S Dansk-Engelsk Benzin og Petroleums Co., sum Shell í Bretlandi átti meginpartin av, og sostatt vóru tað tey fyrstu árini í føroyskari oljusøgu hetta felagið og DDPA, sum kappaðust á føroyska marknaðinum.

P/F Føroya Shell
Oljutunnurnar, sum vórðu innfluttar, vórðu skipaðar upp á sonevndu Shellbrúnna, sum nú liggur undir Vestaru Bryggju. Fyrst í tríatiárunum varð útbygt við oljutangum á Viðarnesi og aðrastaðni kring landið, og 17. oktober 1934 kom tann fyrsti oljufarmurin, sum varð fluttur við tangaskipi, til Føroyar. Christian Holm Jacobsen hevði eisini tunnugoymslu á Viðarnesi, har høvuðsskrivstovan hjá Shell er í dag.
Krígsárini - 1940-1945 - tryggjaði Ministry of Fuel í London føroyingum olju. Shell í London og Shell-umboðið í Føroyum bóru so í bandi, at føroysk viðskiftafólk hjá bæði DDPA og Shell fingu so nógva olju, sum teimum tørvaði.
Christian Holm Jacobsen gavst sum umboðsmaður hjá Shell í 1953, og tá varð Shell í Føroyum umskipað til eina deild undir A/S Dansk Shell.
Shell í Danmark setti Conrad Joensen sum stjóra í Shell í Føroyum 1. januar 1954, og hann sat sum stjóri, til Hjarnar Djurhuus tók við stjórastarvinum í 1969. Hjarnar Djurhuus tók stig til at skipa Shell í Føroyum sum sjálvstøðugt føroyskt partafelag, P/F Shell í 1973. 20 ár seinni - 1. januar 1992 - varð hetta navnið broytt til P/F Føroya Shell fyri at leggja dent á, at talan er um eitt sjálvstøðugt føroyskt felag í tí heimsumfatandi Shell Group. Hjarnar Djurhuus var stjóri í P/F Føroya Shell til 1997, tá núverandi stjórin, Hákun Djurhuus, setti seg í stjórastólin á Viðarnesi.

Umfatandi virksemi
Sum árini eru liðin, er virksemið hjá Shell í Føroyum nógv víðkað. Felagið bygdi sína fyrstu Shell-støð á Frælsinum, og hon læt upp ólavsøkuaftan 1970. Í dag eru 10 Shell-støðir kring landið og átta Shell-avgreiðslur, har fólk kunnu bíleggja olju og fáa fatur á hitatænastuni, um tað er vorðið øskukalt.
14 tangabilar koyra oljuna hvønn dag um allar Føroyar. Shell innflytir oljuna við egnum skipi, og hon verður flutt til oljugoymslurnar, Shell-støðirnar, latin í tangar hjá húsarhaldum, koyrd umborð á skipini o.s.fr.
Shell-støðirnar hava stórt úrval av gerandisvørum, og Shell-netið í Føroyum er soleiðis skipað, at Shell er nær viðskiftafólkunum í gerandisdegnum og harvið kann veita so skjóta og góða tænastu sum gjørligt á øllum økjum.
Sum sjálvstøðugt felag virkar P/F Føroya Shell dagliga á jøvnum føti við eitt nú Shell í Danmark, Svøríki, Týsklandi og øðrum stórum londum í samtakinum Shell Group. Hetta hevur við sær, at felagið hevur eitt heimsumfatandi netverk við m.ø. serkunnleika og serfrøðingum at dúva uppá. Talan er um vitan, sum umvegis P/F Føroya Shell verður flutt hendanvegin, og sum eisini gagnar føroyska samfelagnum.
Ein tunna í 1925 bleiv sostatt til eitt umfatandi virksemi og sølu í milliónatali av oljulitrum 80 ár seinni. Í 2004 seldi P/F Føroya Shell tilsamans 165.731.000 litrar av olju. Tað er umleið ein millión tunnur.