Shell møguliga við aftur í føroyskari oljuleiting

Eftir at hava mist áhugan fyri oljuleiting á føroyska landgrunninum fyri tveimum árum síðani, tykist oljurisin Shell nú av álvara at hava fiingið áhuga fyri Atlantsmótinum, sum eisini føroyska økið er partur av. Shell hevur saman við BP søkt um leitiloyvi í 19. bretska umfarinum.

 

Oljuleiting




Tað er ikki útilokað, at eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Shell, aftur er á veg inn í føroyska oljuleiting. Hesin oljurisin, sum í mong ár var við í forkanningunum av føroyska landgrunninum men sum fyri umleið tveimum árum síðani gjørdi av at taka seg úr ikki bert føroyska økinum men eisini mesta av virksemi sínum í bretskum øki vestan fyri Hetland, tykist nú aftur at hava sett ljóskastaran á Atlantsmótið, sum Føroyar eru partur av.



W. Hoogeveen, sum starvast á høvuðsskrivstovuni hjá Shell í Aberdeen vil hvørki vátta ella avsanna, at Shell hevur ítøkiligar ætlanir um at koma uppí aftur leitingina við Føroyar, men hann dylur ikki fyri, at nógv er broytt tann rætta vegin, síðani Shell fyri tveimum árum síðani heilt tók seg úr Føroyaøkinum og lutvíst eisini úr bretska partinum av Atlantsmótinum. Tá lótu teir øðrum oljufeløgum sín part í Foinaven oljufeltinum fyri at fáa part í einum lisensi í Sakalin í Ruslandi ístaðin. Teir hava kortini framvegis part í Schiehallionfeltinum og onkrum lisensum nærhendis.


W. Hoogeveen váttar, at Shell og BP í felag hava søkt um teigar í 19. umfari í bretskum øki. Her er talan um teigar, sum liggja heilt uppat føroyska markinum. Hann vil ikki siga, hvat teir hava søkt um, men tað er sannlíkt, at økini liggja nær teimum teigunum, sum longu eru bodnir út á føroyska økinum. ?Vit hava broytt støðutakan til Atlantsmótið, og hava tí eisini endurskoðað raðfestingarnar fyri leiting ymsa staðni í heiminum. Ting koma og fara, og nú hava vit valt at seta Atlantsmótið aftur á skránna sigur W. Hoogeveen, sum váttar, at teir eru meira bjartskygdir um Atlantsmótið í dag, enn teir vórðu fyri tveimum árum síðani.


-Tit vóru saman við BP í føroyska økinum. Nú hevur BP fingið ein lisens, sum teir meta er millum fimm bestu leitiøki hjá felagnum í øllum heiminum. Hava tit umhugsað at biðja um loyvi at sleppa uppí lisensin hjá BP?


-Hatta er ein hypotetiskur spurningur. Vit vóru ikki við í út bjóðingini í fjør, men vit útiloka ikki framtíðar luttøku um høvi býðst heldur ikki á føroyska landgrunninum.


-Er møguleiki fyri, at Shell verður partur av loyvinum hjá BP, áðrenn BP fer at bora í summar?


-Vit hyggja at øllum tí samlaða økinum í løtuni, og tí útiloka vit einki. W. Hoogeveen viðgongur, at Shell ynskir at vera við aftur á Atlantsmótinum og tá eisini á djúpum vatni. Hann sigur, at stórar broytingar eru hendar í sambandi við leiting á djúpum vatni,eitt nú er tøknin í dag nógv meira framkomin og kunnu teir tí eisini gera brúk av royndum síni frá Meksikanska flógvanum.


Eisini tann sannroynd, at infrastrukturin á Atlantsmótinum er við at broytast, metir Shell hava stóran týdning. Hoogeveen vísir á, at BP fer at leggja eina gassleiðing úr Foinaven og Schiehallion-feltunum til Sullom Voe í Hetlandi.


Tað er greitt, at fara Shell og BP at hava eydnuna við sær í tillutanini av loyvum á bretskum øki í næsta mánað, so kann hetta fáa positivar avleiðingar fyri leitingina við Føroyar. Keldur Sosialurin hevur tosað við siga, at eitt gott leitiloyvi til feløgini bæði hinumegin markið kann hava við sær, at Shell fer upp í leitiloyvi BP hevur við Føroyar. Hinvegin nýtist tað ikki at vera avgerandi fyri, um Shell aftur verður virkið á føroyaøkinum. Í samrøðu við Sosialin herfyri segði ein av ovastu stjórunum hjá BP Peter Osborne, at verður nógv olja funnin í økinum, er hugsandi, at skjøtil verður settur á samstarv í føroyskum og bretskum øki, um bæði infrastruktur og útbygging av feltum báðumegin markið.


Tað er eisini greitt, at fara fleiri stór og meðalstór oljufeløg at fáa góð leitiloyvi bretsku megin markið í næsta mánað, so kann tað skjótt smitta av uppá føroyska økið. Hugsast kann at hesi feløg tá eisini fara at vísa grannaøkinum ans. Tað kann so eisini henda, at tey finna olju í feltum, sum eisini liggja inni á føroyska økinum. Herfyri segði nýggi stjórin í bretska oljumálaráðnum Simon Toole við Sosialin, at millum tey umleið 20 feløgini, sum høvdu søkt í 19. rundu vóru eisini fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum. Og her er so Shell eitt teirra. Hini feløgini, sum hann sipar til, kunnu vera ExxonMobil, Texaco, Conoco og møguliga eisini TotalFina,Elf, øll feløg, sum hava verið við í forkanningunum við Føroyar men sum antin ikki fingu leitiloyvi ella av onkrari orsøk tóku seg úr økinum, áðrenn útbjóðingin varð latin upp. Úrslitið av 19. bretsku runduni kann gera, at fleiri av hesum feløgunum aftur fara at vísa Føroyaøkinum ans.


Tað hevur annars fleiri ferðir verið spurt, hvussu tað ber til, at BP ikki hevur viljað latið onnur oljufeløg sleppa við í teirra lisens við Føroyar. Fleiri feløg hava bankað á dyrnar, men hava fingið krakk. Tað er annars rættiliga óvanligt, at eitt felag einsamalt tekur allan váðan á seg í einum heilt nýggjum øki. Í hesum sambandi kundi verið spurt, um BP kanska alla tíðina hevur havt í bakhøvdinum, at Shell fór at koma aftur og taka sín part avváðanum. Við øðrum orðum: BP hevur latið pláss standa opið fyri Shell. Ein annar spurningur er so, hvørjar avtalur BP og Shell hava fyri 19. rundu í bretskum øki og hvussu hesar kunnu hava ávirkan á føroyska økið og virksemið her.