Hetta vikuskiftið eru Showmenn í Kagganum. Føroya fremsti dansibólkur við øllum teimum nógvu góðu sangarunum fer at spæla í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Sostatt verður talan um 3 dansikvøld av høgari góðsku í Kaggakjallaranum. Showmenn er føroya fremsti dansibólkur. Teir fýra Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu hava hvør í sínum lag sett sín dám á føroyska tónleikapallin seinastu nógvu árini. Kim, Jens Marni og James eru allir royndir oddamenn, meðan Jóhannus hevur lagt botnin hjá nøkrum av størstu føroysku tónleikanøvnunum seinastu 30 árini. Serliga styrkin hjá Showmonnum er stóra fjøllbroytni. Sum oddamenn og sangarar eru Kim, Jens Marni og James sera ymiskir og samstundi allir av sera høgari góðsku. Hetta ger, at tá tú hoyrir Showmenn kanst tú uppliva nógvar ymiskar dansibólkar í einum, samstundis sum góðskan er reyði tráðurin.