Showmenn og Frændur á sama pall

Størsti dansibólkurin í løtuni Showmenn og størsti dansibólkurin í 80unum Frændur, fara 2. jólakvøld á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði at spæla til ársins jóladans. Hetta verður eitt brak av einum dansi.

Showmenn hava í fleiri ár spælt til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum, og eru vorðnir sjálv ímyndin av jóladansi. Frændur eru uttan iva tann mest fólkakæri tónleikabólkurin í Føroyum, ið hevur spælt fyri fullum hølum í 80unum, 90unum og í 0unum. Eingin ivi er um, at gravgangurin eftir atgongumerkjum verður stórur, tí eru, hóast talan er um dans, atgongumerkið sett í forsølu.

Atgongumerkir fáast í forsølu hjá Haraldsen í Fuglafirði, Shell í Gøtudali, Kiosk Vár í Runavík og Kunningarstovuni í Havn. Bussar koyra av Strondum, Toftum, Sundalagnum, Eiði og Havn.