SÍ fekk bronsuna

Trý lið kundu røkka finaluni, men tá avtornaði stóðu sørvágsgentur eftir við Svartaperi.

Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum í meistaradeildini hjá kvinnum, tí øll oddaliðini – Dráttur, SÍ og Fleyr – høvdu møguleika at vinna sær sæti í FM finalunum 24. og 26. mars í Høllini á Hálsi – men tað gjørdust Dráttur og Fleyr, sum komu best burtur úr vikuskiftinum.

 

Í høllini á Giljanesi tryggjaði Dráttur sær 1. plássið í meistaradeildini, tá tær uppiborið vunnu 3-1 á TB, meðan Fleyr á sama hátt vann ein 3-0 sigur á SÍ í Sørvági.

 

Sostatt verða tað Dráttur og Fleyr sum møtast í finalunum, sum verða Skírhósdag og komandi leygardag.

 

SÍ vann bronsuheiðurmerkini.

 

 

Í Kollafirði vann KÍF 3-0 á Mjølni.