Tíðindaskriv:
Hotell Djurhuus-deildin:
Fleyr – SÍ 1-3 (25-17, 20-25, 19-25, 14-25)
Fyri aðru ferð á rað tapti føroyameistarin Fleyr, sum annars hevði vunnið allar dystirnar frammanundan.
Dysturin í gjárkvøldið byrjaði tó væl fyri Fleyr, sum vann fyrsta sett 25-17, eftir at SÍ annars hevði verið á odda fyrstu løtuna.
Men vend kom í dystin, og eftir at liðini høvdu skiftst um at verið á odda til 14-14 í øðrum setti, dró SÍ so líðandi frá og vann settið 25-20.
Triðja sett gjørdist næstan margháttligt, tí Fleyr var á odda 9-4 og 12-8, men so vann SÍ 11! stig á rað og legði seg á odda 19-12, áðrenn settið var vunnið 25-19. Í teimum 11 servunum á rað hjá Ingu Helenu Henriksen vóru fýra ess.
Fleyr kom ikki fyri seg aftur eftir hetta, og við sjey stigum á rað fór SÍ framum 15-6 og vann síðani settið 25-14.
Leygardagin spælir Mjølnir sín fyrsta av fimm heimadystum á rað eftir fýra útidystir, tá TB vitjar. Við sigri fer Mjølnir framvið Fleyr á øðrumplássi, men tað kann Fleyr taka aftur sunnudagin, tá Fleyr tekur ímoti Drátti.
KÍF, sum er farið at klintra á stigatalvuni, hevur torføran útidysti ímóti oddaliðnum SÍ leygardagin. Fyrr í ár vann SÍ greiðan 3-1 sigur í Kollafirði.
Støðan í Hotel Hotel-Djurhuus deildini:
|
Nr. |
Lið |
Dystir |
Settmunur |
Stig |
|
1 |
SÍ |
5 |
9 |
13 |
|
2 |
Fleyr |
5 |
4 |
9 |
|
3 |
Mjølnir |
4 |
4 |
8 |
|
4 |
KÍF |
5 |
-4 |
7 |
|
5 |
TB |
4 |
-2 |
5 |
|
6 |
Dráttur |
5 |
-14 |
0 |
------------
Mynd: SÍ
---------------------------------
Flogbóltssamband Føroya
---------------------------------











