Sic hevur útgávuveitslu

Provokera sansirnar við eini heildaruppliving av SIC. Sjón og hoyrn fáa av at vita, og okkurt smávegis verður eisini til smakkisansin, tá Føroya tyngsti bólkur hevur útgávutiltak í REX. Í februar 2004 byrjaði SIC sína ferð at gerast Føroya harðasti og tyngsti málmsbólkur.

Mánadagur 26. februar, 3 ár seinni, er dagurin, tá útgávan, sum skal altjóðagera SIC,

kemur á marknaðin.

 

Í hesum sambandi verður útgávutiltak í REX mánakvøldið 26. februar kl 19.00

 

SIC fer at framføra nøkur løg av nýggju fløguni og vísa okkurt spennandi nýtt tilfar á stórskíggja. Fløgur, T-shirtir og annað verður selt fyri serprís, umframt at SIC signera fløgur.

 

Møtið fjølment og verið við at hátíðarhalda, at Pandemonium gerst varði í føroyskari og altjóða málmssøgu, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.