SIC í Keypmannahavn

Komandi fríggjakvøld 23. mai kl 21:00 fer thrash/metalbólkurin SIC at framføra á The Rock í Keypmannahavn saman við danska bólkinum DRAB
The Rock, sum er eitt vælvitjað rock/metalstad, og liggur miðskeiðis í danska høvusstaðnum, kann hýsa 700 fjepparum, og fríggjakvøldið kl 21 vera tað SIC og DRAB, ið fjeppararnir fara at koma og síggja.

 

SIC gav í fjør út fløguna Pandemonium og hevur fingið framúr ummæli á metalheimasíðum kring allan heimin.

Manningin í SIC er Mikkjal Gaard Hansen (sang), Eddie Jacobsen (gittar), Frans J. A. Galán (gittar), Gudmar Hansen (bass), Magnus Hansen (trummur).

 

Á The Rock skulu SIC spæla saman við danska death metal bólkinum DRAB, sum somuleiðis hevur móttikið ótrúliga gott aftursvar uppá fløguna, ið teir góvu út í fjør.

 

 

myspace.com/sic

myspace.com/drab666