Siga børnum frá Alzheimer

Í morgin er Altjóða Alzheimerdagur og í tí sambandi skipar Alzheimerfelagið fyri einum tiltaki fyri børnum í Miðlahúsinum.

Búði Dam fer at lesa søguna Hestið hjá ommu, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út í morgin. Bókin er um Paulu og ommuna Annu, sum hevur fingið alzheimersjúkuna. Paula sigur frá, hvussu tað er at búgva saman við ommuni, sum er farin at gloyma so illa, og sum ger so nógv løgið.
- Næstan allar familjur hava onkran sum hevur alzheimersjúkuna. Fyrr hevur tað verið eitt tabu, tí tað hevur verið flovisligt at sjúklingurin broytist og byrjar at blíva løgin, sigur Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum.
- Tí halda vit, at tað er týdningarmikið, at upplýsa børnini um sjúkuna, tí tey skilja ikki hví omman ella abbin broytast, sigur Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum.