Siga frá KÍ-Víkingur og NSÍ-B36

Byrjað verður at senda beinleiðis frá klokkan 14. Dystirnir byrja klokkan 15

Ein stórur fótbólts- og ítróttardagur verður á skránni á Rás2 í dag.

 

Millum klokkan 12 og 14 verður sendingin SportBoxin frá fríggjadegnum endursend.

 

Klokkan 14 til 15 verður beinleiðis upptakt til 9. umfar í Betrideildini hjá monnum, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri.

 

Klokkan 15 til 17 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum NSÍ og B36, ið verður spældur við Løkin. Klokkan 15 til 17 sigur Tróndur Arge frá dystinum millum KÍ og Víking, ið verður spældur norðuri í Klaksvík. Fylgt verður við, og kunnað verður um gongdina í hinum dystunum, ið allir byrja klokkan 15: HB-AB, Suðringar-EB/Streymur og Skála-07 Vestur. 

 

Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni. Prátað verður við umboð fyri øll liðini í betrideildini hjá monnum. André Olsen tekur samanum umfarið í "Triðja hálvleiki".

 

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystarlok.