Siga frá seks fótbóltsdystum komandi dagarnar

Hóskvøldið, leygardagin og týsdagin sigur Rás2 frá kvinnulandsdystum. Í vikuskiftinum verður sagt frá trimum effodeildardystum

Komandi dagarnar fer Rás2 veruliga at spenna seg út við fótbóltsfrásagnum.

 

Rás2 fer at siga frá øllum HM-undankappingardystunum, sum føroyska kvinnulandsliðið skal spæla teir komandi dagarnar. Í vikuskiftinum fer Rás2 eisini at siga frá trimum effodeildardystum.


Dystirnir Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá á Rás2 komandi dagarnar verða hesir;

 

Hóskvøldið klokkan 19.30: Føroyar-Luksemborg (HM undankappingardystur, kvinnur)

Leygardagin klokkan 15: Føroyar-Montenegro (HM undankappingardystur, kvinnur)

Leygardagin klokkan 17: B36-NSÍ (effodeildin)

Sunnudagin klokkan 15: 07Vestur-KÍ (effodeildin)

Sunnudagin klokkan 15: ÍF-HB (effodeildin)

Týsdagin klokkan 13: Føroyar-Turkaland (HM undankappingardystur, kvinnur)

 

Sunnudagin verður sendingin "Triði Hálvleikur" eisini á skránni á Rás2.

 

Øll kunnu hoyra fótbóltsfrásagnirnar hjá Tróndi Arge og Hilmari Jan Hansen á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9, og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum. Ljóðsamrøður, myndir og samanumtøkur koma eisini út á in.fo, tá dystirnir eru spældir.