Sunnudagin verður ein lang ítróttarsending á Rás2.
Klokkan 12 sigur Óli G. Samuelsen frá EM-dystinum fyri smátjóðir í flogbólti millum U19 kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Skotlandi.
Klokkan 14 verður beinleiðis upptakt til 8. umfar í betrideildini hjá monnum, ið Petur Asbjørn Lervig skipar fyri.
Klokkan 15 siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum millum EB/Streym og Skála á Eiði, og sagt verður eisini frá dystinum millum B36 og KÍ í Gundadali í Havn. Fylgt verður við í gongdini í dystinum millum Víking og Suðringar í Sarpugerði í Norðragøtu.
Klokkan 18 verður sagt frá dystinum millum HB og 07 Vestur, ið verður spældur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Rás2 fer at hava heimildarmann til dystin millum AB og NSÍ út á Argjum, ið eisini byrjar klokkan 18.
Samrøðurnar frá bæði fótbólti og flogbólti koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum í betrideildini hjá monnum.