Í kvøld verður søguligur dystur í høllini í Vestmanna. Tá verður tann fyrsta FM-hálvfinalan nakrantíð í manshondbólti.
Tað verða VÍF og H71 sum fara á vøllin. Spælt verður best av trimum dystum. Returdystur verður sunnudagin klokkan 16 í Hoyvíkshøllini. Ein møgulig triðja FM-hálvfinala verður spæld mikukvøldið.
Sjúrður H. Hoydal, trúgvur og drúgvur frásøgumaður hjá FM1 sigur sjálvandi eisini frá FM-hálvfinalunum.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin í kvøld er liðugur.