Tað verður ikki Sigfríður Clementsen, sum verður venjari í HB í 2018. Tað váttar Sigfríður Clementsen sjálvur:
-Vit hava tosað saman, og tað er greitt, at eg verði ikki venjari í HB næsta ár, sigur Sigfríður Clementsen.
Í hesum umfarinum hevur Sigfríður verið venjari í ár. Sigfríður Clementsen, sum er uppvaksin í HB, har hann eisini spældi tey flestu árini, var eisini venjari í HB í 2011 og 2012.
Sigfríður hevur áður eisini verið venjari í TB (2016), Víkingi (2013-2015), B36 (2002, 2005 og 2010), EB/Streymi (2008-2009), AB (2007) og ÍF (2003-2004).
-Eg dugi ikki at siga nú, um eg fari at halda fram sum venjari, sigur Sigfríður Clementsen.
Síðsta uppgávan hjá Sigfríði Clementsen sum HB venjari í hesum umfarinum verður leygardagin, tá ið punktum verður sett í Gundadali fyri hetta kappingarárið við grannauppgerð millum HB og B36.
Fleiri av stuðulsspælarunum í HB hava seinastu vikurnar givið til kennar, at teir ikki eru bundnir av sáttmála í 2018. Men teir hava samstundis lagt aftrat, at teir fara at tosa við HB um, hvussu tað verður við framtíðini, áðrenn teir umhugsa annað tilboð.
Millum hesar eru málverjin Teitur Matras Gestsson, miðverjin og liðformaðurin Johan Troest Davidsen og vongverjin Ári Mohr Jónsson, sum allir vóru í landsliðsferðalagnum í Ungarn fyri viku síðani.