Gamli klassikarin millum KÍ og HB verður í Klaksvík í morgin. Klaksvíkingar løgdu sunnudagin rygg til 2-0 tap ímóti hinum havnarfelagnum. Í KÍ vísa teir á, at ein møguleiki at síggja upp á tingini er, at teir ímóti EB/Streymi og B36 hava vunnið eitt stig, meðan teir í fjør einki fingu í hesum uppgerðunum. Men so er takið at vinna somu úrtøku sum í fjør ímóti HB. Tá vann KÍ tvær ferðir í Gundadali, og í Klaksvík endaði klassikarin 2-2.
Einasta ivamálið í Klaksvík er nýggi høgri vongverjin Gunnar Christiansen, sum hevur verið sjúkur fyrra partin av vikuni. Um hann ikki verður førur fyri at spæla, er Álvur F. Christiansen, sum í fjør stóð seg rættuliga væl, ein møguleiki á vongverjanum.
Hóast HB hevur vunnið tvær ferðir, so heldur venjarin, Sigfríður Clementsen, at tað ikki er fyrr enn nú, at tað fer at vísa seg, um hansara lið er búgvið at kappast millum tey fremstu.
– Vit hava vunnið ímóti B68, sum higartil hevur havt stórar trupulleikar, og ímóti uppflytarunum í FC Suðuroy. Eg havi áður sagt, at um ungu menninir spæla upp til sítt besta, so kunnu vit røkka langt, men tað er ein spurningur um at vera støðugir. Tað hava teir verið higartil, men nú standa KÍ, Víkingur, NSÍ og B36 fyri framman. Vit fáa at síggja, hvussu tað fer at spæla av, men vit fegnast sjálvandi um gongdina higartil, sigur HB venjarin.
Allir HB spælararnir eru tøkir, eisini Fróði Benjaminsen sum var leikbannaður í Vági.
– KÍ hevur spennandi lið. Teir hava 8-9 evnaríkar spælarar til tey fýra framrættaðu plássini. Í verjuni eru teir eisini evnaríkir, men har kennist tað ivaleyst meinari, at tað bara er Heðin á Lakjuni, sum hevur drúgvar royndir. Fleags fyri teirra og okkara lið er, at tað eru nógvir ungir menn á liðnum, so hetta verður ein spennandi avbjóðing, heldur Sigfríður Clementsen.