So er tað greitt, hvør er nýggjur venjari hjá EB/Streymi.
Fyri fáum døgum síðani varð tað greitt, at Jákup Martin Joensen, sum hevur verið høvuðsvenjari fýra tey seinastu árini, ikki fór at halda fram. Tá ljóðaði, at íslendskur venjari var upp á tal. Men nú boðar felagið frá, at ein gamal kenningur aftur verður at síggja í Hólmanum á Eiði, har besta mansliðið eigur heimavøll í 2023.
Í 2008 og 2009 var Sigfríður Skaale Clementsen venjari hjá EB/Streymi, og tað verður hann aftur nú.
Felagið skrivar soleiðis í kvøld:
EB/Streymur hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við Sigfríða Skaale Clementsen, um at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliði okkara.
Sigfríður er ein tann royndasti føroyski venjarin vit hava, og hevur vunnið mest sum alt sum kann vinnast í føroyskum fótbólti. Hann er 49 ára gamal, og er búsitandi í Havn.
Sum spælari hevur Sigfríður umboðað bæði havnafeløgini og sum venjari hevur hann umboðað nógv ymisk feløg, umframt at hava verið venjari hjá ungdómslandsliðum og fótbóltsmennari hjá FSF. Í 2008 og 2009 var hann høvuðsvenjari hjá EB/Streymi. Í 2008 vunnu vit greipuna og í 2009 endaðu vit á silvurplássi í báðum kappingum.
Vit ynskja Sigfríða hjartaliga væl afturkomnan í felagið og vit gleða okkum til eitt spennandi samstarv, skrivar EB/Streymur.
Fyrsti landskappingardysturin hjá EB/Streymi við nýggja venjaranum við róðrið verður sunnudagin 5. mars á heimavølli ímóti AB.