Sigfríður fær helst leikbann

Sigfríður Clementsen kann vænta sær eitt leikbann fyri at rætta longutong eftir einum av dómarunum

Venjarin hjá Víkingi var í øðini um dømingina í Gundadali, tá B36 fríggjakvøldið við brotssparki í evstu løtu javnaði til 2-2. Nú er líkt til, at atburðurin hjá venjaranum fær fylgir.

 

Formaðurin í kappingarnevndini, Jákup Martin Joensen, váttar fyri Sosialinum í dag, at tað er komið eitt mál inn um atburðin hjá venjaranum hjá Víkingi í samband við dystin móti B36.

 

Keldir hjá Miðlahúsinum siga seg vita, at talan er um eina støðu, har Sigfríður Clementsen vísir einum av dómarunum fingurin. Verður hugt eftir vegleiðingini hjá Fótbóltssambandinum, so verður talan helst um leikbann í tveir dystir.  

 

Soleiðis stendur at lesa um vegleiðingina til leikbann hjá FSF:

3. LEIKBANN 2 DYSTIR

Verður vanliga givið fyri eitt sindur grovari brot, sum m.a.

 

- at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin

- fyri roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið fyrigongur aðrastaðni á vøllinum.

- Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara.

(ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.)

- fyri at spýta

- fyri harðligan atburð mótvegis við- ella mótstøðuleikara.

 

Jákup Martin Joensen vil ikki gera viðmerkingar til sjálvt málið, men sigur at ein avgerð verður tikin í vikuni.