Tað er mangt, sum bendir á, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn í EB/Streymi eru við at spæla seg úr stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting.
Í Sarpugerði í 23. umfari var talan um skilagott avrik, sum tó endaði við teprum 1-0 tapi.
Í fyrra hálvleiki við Margáir í dag var tað ikki so nógv, sum bendi á, at tað fór at eydnast at betra um støðuna hjá EB/Streymi, sum tað mesta av árinum hevur verið í stórum vanda fyri at flyta niður.
Nú tað er liðugt við Margáir, vísir máltalvan 4-1. Søti sigurin ber við sær, at EB/Streymur er á sjeynda plássi við 22 stigum. Tað eru fimm stig aftur til B68, sum er á níggjunda plássi.
Serliga eftir steðgin vóru heimamenninir væl upplagdir. Liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen gekk undan í verjupartinum, og fremri á vøllinum vóru onkrir av teimum, sum í summar løgdust aftrat, sjónskir.
Serliga eftir steðgin var NSÍ avrikið sera lítið sannførandi. Hugburðurin kendist ikki vera góður, og tað sást aftur í, at teir gulu og svørtu runnu minni enn mótstøðumenninir, og at teir ikki so ofta vunnu nærdystirnar og returbóltarnar.
Stórur hálvur tími var farin, tá ið miðvallarin Betuel Hansen við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í nettakið eftir horna úr vinstru frá Peturi Knudsen.
Eftir steðgin var tað EB/Streymur, sum av álvara slerdi tónan ann.
Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Kristian Svabo Samuelsen, sum í summar flutti úr KÍ og til EB/Streym, sum javnaði til 1-1. Hetta var sætta ferðin, at hann var í EB/Streymabúnanum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Síðani gekk tað bara fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, sum hevði fult og heilt tak á NSÍ álopinum, sum annars plagar at vera so vandamikið.
Tveir minuttir seinni var tað 2-1 til heimaliðið. Málskjútti var Jóhann Hansson Joensen, sum í summar skifti frá B68 og til EB/Streym. Hetta var sjeyndi dysturin hjá Jóhann við EB/Streymi í hesum umfarinum, og hetta var aðru ferð, at hann var málskjútti.
Eitt stórt korter undan leikloki umsetti Filip Djordjevic brotsspark til mál og 3-1, og tað var eisini hann, sum tríggjar minuttir undan leikloki setti bóltin í málið til 4-1. Tað var minuttin eftir, at Mikkjal Hellisá hevði sæð reyða kortið. Boubacar Dabo spurtaði 70 metrar í vinstru og legði bóltin fyri føturnar á Filip Djordjevic, sum nú hevur skorað fýra mál.
Leygardagin eigur EB/Streymur heimavøll ímóti B36, meðan NSÍ fríggjakvøldið fer til Klaksvíkar.
EB/Streymur – NSÍ 4-1 (0-1)
0-1: Betuel Hansen 33.
1-1: Kristian Svabo Eliasen 48.
2-1: Jóhann Hansson Joensen 50.
3-1: Filip Djordjevic br 73.
4-1: Filip Djordjevic 87.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: Jóannes Eyðfinsson Davidsen – Tóki H. Johannesen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Jóhann Hansson Joensen, Emil Weihe Joensen, Mathias Blårud – Kristian Svabo Eliasen, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo
NSÍ: Jón Petur Thomsen – Pætur Hentze, Rasmus Plauborg, Mirza Mujcic, Lars Agardius – Yassine El Ouatki, Betuel Hansen, Beinir Nolsøe – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen