Síggið Skansan úr erva

Í hesum filmsbrotinum ber til at síggja Havnar Skansa úr erva. Tað eru Loftmyndir, sum hava tikið myndirnar.

Í hesum filmsbrotinum ber til at síggja Havnar Skansa úr erva. Tað eru Loftmyndir, sum hava tikið myndirnar.

 

Havnar Skansi varð bygdur í 1630'unum. Skansarnir í Havn vóru bygdir fyri at verja handilin úti í Havn. Tann fyrsti skansin, hann á Stangarnesi, varð bygdur í 1630-árunum. Tveir skansar vóru á nesinum ímillum vágirnar, annar móti sjónum og hin móti landi. Skansarnir har vórðu niðurlagdir í fyrru helvt av 18. øld, men skansin á Stangarnesi stendur enn.

 

Á skansanum á Stangarnesi var eisini fongsul. Í eldri tíð var fangahús (Myrkastova) og vaktarhús, nevnt Slutterhúsið og Corps de Garde (Portugálið), á skansanum á Tinganesi. Portugálið varð bygt í 1693, tikið niður í 1762 og tá reist av nýggjum. Á Kák vórðu fólk, ið høvdu gjørt lógarbrot, kákstrokin. Her vórðu tey dømdu hálvnakin bundin í steyra og t. d. húðflett, oyst undir í vatni og noydd ”at bera steinar út úr býnum”.

 

Í 1706 reiggjaði Føroya bøðil øksina til hálshøggingar seinastu ferð. Eftir at kongur hetta árið noktaði at geva skælingssystkjunum náði fyri blóðskemd, vórðu bæði hálshøgd; helst á Stangarnesi við Skansan.

 

Skansin á Stangarnesi sær út í dag sum hann sá út seinast í 18. øld. Har var hervaldið í Føroyum miðsavnað. 35-40 soldátar mannaðu skansan um tað mundið. Á skansanum var eisini fongsul.

 

Í 1865 varð skansin tikin av sum hernaðarligur stovnur. Kommandantstarvið varð avtikið og jekarak.

 

– Ætlanin er eisini at menna fleiri filmar, sum gera Føroyar enn meira innbjóðandi sum ferðamál,sigur Johnny Gaard frá Loftmyndum.