- Audiovisuella listaverkið í býráðshúsunum hjá Eysturkommunu varð skapt og fyrireikað í samstarvi við arkitektin og er partur av úttrykkinum: Ein arkitektonisk og symbolsk brúgv, sum bindur fólk saman ígjøgnum stað, arkitektur og ljóð.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.
Í grein á heimasíðuni hjá kommununi í dag verður víst á, at tað var Jens L. Thomsen, listamaður, sum í 2018 gjørdi audiovisuellu installatiónina burtur úr eitt nú ljóðupptøkum úr teimum fimm bygdunum í Eysturkommunu.
- Afturvið eru animeraðar myndir, sum verða varpaðar upp á veggin og tær fimm hurðarnar, sum síggjast ígjøgnum panoramisku vindeygaflatuna, sum vendir út ímóti Gøtuvík.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at hvørt kvøld í vetrarhálvuni - frá klokkan 20.46-22.42 - sæst og hoyrist hetta serstaka listaverk.
- Fólk kunnu leggja sær gonguleiðina í hesum tíðarskeiði frá bátahylinum og inn móti býráðshúsinum, framvið grótlaðingini, sum fylgir sjóvarmálanum inn ímóti Oyruni og uppliva bygningin og listaverkið á ein heilt serligan hátt.
Lagt verður aftrat, at listaverkið fer í dvala frá seinast í mars mánaði fyri síðan at byrja aftur í heyst. Nærri verður lýst um dagfesting og klokkutíð, tá tíðin nærkast.
- Men, enn eru nærum tveir mánaðir eftir á hesum sinni - til at leggja hesa listarligu uppliving aftrat gongutúrinum, rennitúrinum ella biltúrinum. Kom og síggj og hoyr! siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag - www.eysturkommuna.fo











