Ein einsamallur maður var í lítla bátinum, sum sigldi á molan. Maðurin roynd at halda bátinum flótandi, men hann tók at søkka. Tjaldrið setti ein bát út at hjálpa, og tað eydnaðist at halda bátinum uppi og sleipa hann inn í Álaker.
Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, tað verður nú kannað nærri. Alkoholtest er tikin, men maðurin var ikki ávirkaður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Sjónligur skaði sást ikki á bátinum, sigur vaktleiðarin.