Nýggj sendirøð á Disney+ byrjar við tónum frá Eivør

"Trøllabundin" rungar sum tað allar fyrsta í spildurnýggju svensku sendirøðini

Í dag er ein nýggj sendirøð komin út á stroymingartænastuni Disney+. Sendirøðin kallast "To Cook a Bear" og er í løtuni tað fyrsta, man sær, tá man kemur inn á Disney+ forsíðuna. 

 

Tendrar man fyrsta part, hoyrast (fyri okkum føroyingar) vælkendir tónar sum tað allar fyrsta. 

 

Fyrsti partur verður nevniliga innleiddur við sanginum "Trøllabundin" hjá Eivør. 

 

Á internetinum eru tað longu fólk, ið hava varnast tónarnar frá Eivør. Á norðurlendska filmblogginum NordicWatchlist skrivar ein ummælari til dømis soleiðis:

 

"The opening moments of the first episode treat viewers to Faroese singer Eivør’s hauntingly beautiful Trøllabundin."

 

Síggj og hoyr fyrstu løtuna í sendirøðini her:

 

##med3##

 

Aftaná hesi 40 sekundini, sum víst í videobrotinum omanfyri, heldur Trøllabundin fram eina løtu aftrat.

 

Sendirøðin "To Cook a Bear" er svensk og fyrigongur í 1852 í bygdini Kengis, ið er norðaliga í Svøríki. Talan er um eina spennings- og krimirøð í stílinum "nordic noir". Svenska heitið er "Koka björn".

 

Trailarin til sendirøðina sæst her:

 

##med2##