Norsku myndugleikarnir siga nú, at ferjan "Trondheim" fekk trupulleikar við motorinum, tá hon nærkaðist ferjuleguni á Krokeide, og at manningin helt tað vera frægari at seta skipið á land heldur enn at lata tað fara inn í havnina.
-Tað var eitt tekniskt brek við motorinum, og manningin skilti, at skipið kundi ikki fara til bryggjuna. Tí bleiv avgjørt at seta skipið á land, og tað var ein skilagóð avgerð, sigur Gustav Landro hjá løgregluni í Hordalandi við NRK.
77 fólk vóru umborð á ferjuni, tá hon fór á land klokkan hálvgum níggju í morgun okkara tíð. Tey vórðu øll fingin í land í øllum góðum.